Politikkur
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Útnorðurráðið hevur valt Josef Motzfeldt, formann í grønlendska Landstinginum, til nýggjan formann. Hann varð valdur á ársfundinum hjá ráðnum, ið verður hildin 25. til 28. august í Runavík og í Havn. Josef tekur við eftir Kára P. Højgaard, løgtingslimi.
Josef Motzfeldt vísti í setanarrøðu síni, at øll trý útnorðurlondini luttaka fult út í norðurlendskum samstarvi, men at londini tó ikki eru heilt sum hini norðurlendsku londini, at tey hava nøkur serlig felags áhugamál, ið ikki neyðturviliga eru felags við restina av Norðurlondum. Hann víst tí á, at tað er júst tí at vit hava Útnorðurráðið.
- Útnorðursamstarvið snýr seg um at arbeiða fyri og verja felags áhugamál, bæði nationalt og internationalt, millum annað felags tilfeingi, søgu, mentan, sjóøki og umhvørvi, men at hesi eru undir støðugari hóttan, segði Josef Motzfeldt millum annað.
Josef Motzfeldt er valdur í grønlendska Landstingið fyri Inuit Ataqatigiit (IA). Hann hevur verið limur í Landstinginum síðani 1987 og hevur í fleiri valskeðium verið landsstýrismaður í Grønlandi, eitt nú landsstýrismaður í Norðurlendskum samstarvi. Josef Motzfeldt er formaður fyri grønlendsku umboðini í Útnorðurráðnum. Hann hevur fleiri ferðir áður verið limur í Útnorðurráðnum.
Afturat Josef Motzfeldt, eru Ólína Þorvarðardóttir, Altingslimur, og Kári P. Højgaard, løgtingslimur, næstformenn í nýggja formansskapinum.