Josef Abrahamsen hevur verið eyðsýndur higartil.
Á plássinum sum spælskipari hevur hann verið snúningsdepilin í álopsspælinum hjá Kyndli higartil.
Hann er skjótur og ágrýtin, og ræðist ikki at bjóða verjuleikarunum av. Og tað er ofta, at hann smoyggir seg inn um og sendir framvið málverjanum.
Josef Abrahamsen var dagsins maður hjá Kyndli í gjár. Við sínum sjey málum átti hann høvuðsleiklutin, tá grønlittu havnarmenninir bastu StÍF. Hann royndi støðugt at hótta gestirnar við sínum ágangandi og hugflogsríka álopsspæli.
Hann hevur altíð spælt sum vongur á besta mansliðnum. Nú hevur Henrik Gerster, venjari, givið honum meira týðandi uppgávu, og hann ber tað væl.
Í seinastu løtu
Josef Abrahamsen og hinir runnu aftaná so at siga allatíðina, tá StÍF vitjaði í høllini á Hálsi í gjár.
Heimaliðið vann sær ikki leiðsluna, fyrr enn átta minuttir restaðu í av dystinum. Leivur Justinussen og Marius Joensen vóru væl upplagdir, hóast heimaliðið vardi væl.
Gerster valdi at mansverja Marius Joensen, og tað tók broddin av álopsspælinum hjá gestunum.
Dysturin var stundum rótutur. Bæði liðini gjørdu ofta ov skjótt av á hálvuni hjá mótstøðulinum, sum hevði fleiri púra óneyðug mistøk við sær.
Heimaliðið dugdi betri at gera sær dælt av mistøkunum, og seinastu løtuna var Kyndil á odda við trimum málum. StÍF hótti ongantíð leiðsluna.
Málverjarnir, Magnus Matras, Kyndil, og Marian Cirloganescu, StÍF, áttu eisini týðandi leiklut, at ikki fleiri enn 38 mál vóru skotin.
Standa sína roynd
Kyndil legði sera illa frá landi í hesum kappingarárinum, tá KÍF hølvaði havnarmenninar av í høllini á Hálsi í fyrsta umfarinum.
Kyndil hevur nú vunnið á VÍF og StÍF. Komandi vikurnar fara helst at geva ábendingar um, hvar ymsu liðini fara at stríðast á stigatalvuni í hesum kappingarárinum.
Henrik Gerster ræðist ikki at flyta spælararnar, og seinastu sjey dagarnir hevur tað riggað væl.
Spurningurin er so, um tað er nóg mikið, at Kyndil fer at kappast við ovastu liðini.