Josef Fritzl í rættin í heyst

Josef Fritzl varð í dag varðhaldsfongslaður ein mánað afturat, men rættarmálið ímóti honum byrjar ikki fyrr enn í heyst Dómsvaldið í Eysturríki gjørdi í dag av at varðhaldsfongsla Josef Fritzl ein mánað afturat, meðan løgreglan kannar málið ímóti honum.

Ein talsmaður hjá ákæruvaldinum sigur, at tað fer at taka mánaðir at kanna málið, og at rættarmálið tí ikki kann byrja fyrr enn í heyst.

Tað er heldur ikki heilt greitt, hvat Josef Fritzl verður ákærdur fyri, men sambært talsmanninum hjá ákæruvaldinum verður hann í hvussu er ákærdur fyri neyðtøku og incest.

Tann 73 ára gamli Fritzl hevur undir avhoyringum játtað, at hann neyðtók dóttir sína, og at hann er pápi at børnum hennara.