Tað hevur ein eysturríkskur dómstólur gjørt av í dag, upplýsir sakførari hansara fyri Reuters.
At hann flytur til eitt vanligt fongsul kann rudda slóð fyri eini leyslating, skrivar eysturríkska blaðkð Kronen Zeitung.
Tann í dag 88 ára gamli Fritzl hevur sitið í fongsli seinastu 15 árini. Hann er illa dementur.
##med2##
Hann varð dømdur í fongsul fyri lívið í 2009 fyri at hava hildið dóttur síni innistongdari í einum kjallar í býnum Amstetten í 24 ár og fyri at hava fingið sjey børn við henni.
Hann varð dømdur sekur í blóskemd, neyðtøku, trælahaldi, tvingsli og fyri at hava verið orsøkin til at eitt barn doyði við ikki at útvega læknahjálp.
/ritzau/