José Mourinho koyrdur

Chelsea hevur koyrt José Mourinho

BBC hevur júst kunngjørt, at Chelsea hevur koyrt venjaran, José Mourinho. Hann vann Premier League so seint sum farna kappingarár, men hetta kappingarárið hevur einki sæð út.

 

Chelsea liggur í løtuni bara eitt stig frá niðurflytingarstrikuni, eftir at teir bara hava vunnið fýra av teimum fyrstu 16 dystunum í Premier League. Tað hevur leiðslan í felagnum nú tikið avleiðingarnar av.

 

Tað eru bara sjey mánaðir síðani hann fekk Premier League gullheiðursmerki um hálsin. Og so seint sum í august gjørdi hann ein nýggjan fýra ára sáttmála.

 

í seinastuni hevur verið sagt í bretskum miðlum, at tað kemur at kosta Chelsea áleið 400 milliónir krónur at koyra José Mourinho og hansara venjaratoymið. BBC skrivar, at tað er meiri sannlíkt, at samlaða upphæddin kemur at liggja um 120 milliónir krónur.

 

Enn hevur ongin verið nevndur sum avloysari. Tað er alment kent, at felagið ynskir sær Pep Guardiola, sum er venjari hjá Bayern Munchen. Hann hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram í felagnum komandi kappingarár, men tað er óhugsandi, at hann tekur við nú.