José Mourinho leggur eftir dómarunum

Málið hjá Zlatan Ibrahimovic skuldi aldrin verið kolldømt

Manchester United vann í gjár 2-1 á Middlesbrough í Premier League. Í dystinum fekk Zlatan Ibrahimovic eitt flott mál kolldømt. Tað er venjarin hjá honum, José Mourinho, alt annað enn nøgdur við.

 

- Vit hava fingið eitt brotsspark í 19 dystum. Aftur í dag skuldi vit fingið eitt brotsspark. Vit skora eisini eitt vakurt mál, sum hevði gjørt tað til 1-0 í hálvleikinum, sigur José Mourinho.

 

Hann hevur fleiri ferðir hetta kappingarárið gramt seg um dømingarnar í dystunum hjá Manchester United.

 

- Hetta var í nógvar mátar eitt ”deja vu” í mun til dystirnar móti Burnley, Stoke og Arsenal. Dystirnir líkjast nógv, men munurin er at vit skora eitt fleiri enn mótstøðuliðið hesaferð, sigur José Mourinho.

 

Howard Webb tekur undir við Mourinho

Fyrrverandi toppdómarin, Howard Webb, segði eftir dystin við sjónvarpsstøð, at málið skuldi ikki verið kolldømt, tá Zlatan Ibrahimovic hegnisliga sparkaði bóltin í málið í fyrra hálvleiki.

 

- Tað er ørt, at málið verður kolldømt. Zlatan er atletiskur og hevur fótin langt uppi, men hann er ikki í nærheitini av málverjanum. Helst er tað kolldømt fyri vandamikið spæl, men tað er ein skeiv avgerð, sigur Howard Webb.

 

Mourinho argur inn á Fílabeinsstrondina

José Mourinho er eisini argur inn á Fílabeinsstrondina, sum komandi mánaðin skal spæla í afrikanska endaspælinum. Tað snýr seg um at sleppa at brúka miðverjan Eric Bailly móti West Ham 3. januar.

 

- Eric Bailly fer við landsliðnum. Hann skal møta 2. januar. Vit spurdu um at sleppa at brúka hann 3. januar, men tað sleppa vit ikki, sigur José Mourinho.

 

Manchester United liggur á sætta plássi í Premier League.

 

Premier League 19. umfar:

Í dag:

Watford - Tottenham Hotspur (13:30)

Arsenal - Crystal Palace (16:00)

 

Í gjár:

Burnley 4 - 1 Sunderland

Chelsea 4 - 2 Stoke City

Leicester City 1 - 0 West Ham United

Manchester United 2 - 1 Middlesbrough

Southampton 1 - 2 West Bromwich Albion

Swansea City 0 - 3 AFC Bournemouth

 

Liverpool 1 - 0 Manchester City