José Mourinho í øðini: Vísið mær virðing

- Eg havi vunnið fleiri Premier League heiti, enn hinir 19 venjararnir til samans, sigur hann

Manchester United tapti í gjár 3-0 á heimavølli móti Tottenham. Manchester United hevur nú bara trý stig fyri teir fyrst tríggjar dystirnar. Venjarin, José Mourinho, var ikki blíður til tíðindafundin eftir dystin.

 

- Eg havi vunnið trý Premier League meistaraheiti. Eg havi vunnið fleiri enn hinir 19 venjararnir til samans. Eg trý – teir tvey. So vísið mær virðing, segði José Mourinho, á tíðindafundinum í gjár.

 

Eftirfylgjandi reisti hann seg upp og fór út. Undan hesum helt hann fyri, at tá hann vann dystir, so var tað ikki nokk, tí hann slkuldi leypa á. Nú leypa hann á, men tað var heldur ikki nokk. Millum annað vísti hann á, at áskoðararnir klappaðu liðið hjá honum av vøllinum.

 

Tottenham vann 3-0 við málum frá Harry Kane og tveimum frá Lucas Moura. Hóast sigurin til seinast var sannførandi, so var José Mouronho ikki samdur.

 

- Vit taptu ikki orsaka av strateginum. Vit taptu ikki við taktikkinum, men vit taptu, sigur José Mourinho.

 

Søgurnar siga, at hann er í øðini inn á leiðsluna í felagnum, tí hon ikki hevur keypt røttu spælararnar inn. Har í millum ein miðverja. Miðverjan hjá Manchester United hevði ikki ein góðan dag í gjár, og í samrøðu við Sky Sports flenti José Mourinho, tá hann bleiv spurdur um tað var kreppa í verjuni hjá honum.

 

Tottenham, Liverpool, Chelsea og Watford hava øll fult stigatal, eftir trý umfør.