José Mourinho hevur sett liðið

Venjarin hjá Real Madrid kunngjørdi longu í gjár, hvørjir teir ellivu eru, sum skulu byrja inni í kvøld í fyrru hálvfinaluni í Champions League móti Borussia Dortmund.

 

Bæði Borussia Dortmund og Real Madrid høvdu í gjár tíðindafund undan hálvfinaluni í kvøld. Fyri

Jürgen Klopp og Borussia Dortmund var stóra samtaluevni skiftið hjá Dortmund stjørnuni, Mario Götze, til Bayern Munchen.

 

Í gjár kunngjørdi Bayern Munchen, at teir hava keypt 20 ára gamla miðvallaran frá arvafíggindanum. Hetta hevur fingið øði í viðhaldsfólkini hjá Borussia Dortmund, men venjarin vónar, at tað ikki kemur at ávirka stuðulin í kvøld.

 

- Um tú ikki ætlar at koma at stuðla liðnum í kvøld, so vóni eg at tú gevur atgongumerki til onkran sum ger, vóru seinastu boðini hjá Jürgen Klopp.

 

José Mourinho valdi á tíðindafundinum at boða frá hvørjir teir ellivu eru, sum skulu byrja inni. Hann rósti eisini sínum spælarum fyri at verða frálíkir einstaklingar, sum spæla sum eitt lið.

 

Real Madrid liðið í kvøld: 4-2-3-1

Diego Lopez – Sergio Ramos, Pepe, Raphael Varane, Fabio Coentrao – Xabi Alonso, Sami Khedria, Mesut Ozil – Angel Di María, Cristiano Ronaldo og Gonzalo Higuaín.

 

Dysturin millum Borussia Dortmund og Real Madrid byrjar klokkan 19.45. Hvønn hevur tú sum favoritt at vinna í kvøld?

Champions League hálvfinala:

Borussia Dortmund – Real Madrid (19.45)