Í gjár var toppdystur í Premier League, tá oddaliðini Liverpool og Tottenham spældu á Anfield. Liverpool vann dystin 2-1, eftir at hava verið leikliga omaná, men José Mourinho, venjari hjá Tottenham, hevði nógv at siga eftir dystin, tá hann takkaði Jurgen Klopp, venjara hjá Liverpool, fyri dystin.
- Eg segði við hann, at besta liðið tapti. Tað var hann iki samdur í, men tað er hansara meining. Og um eg uppføri meg líka sum hann á síðulinjuni, so eri eg ikki har leingi. Av onkrari orsøk, so verið eg øðrvísi dømdur og tað er harmligt, sigur José Mourinho.
Liverpool var greitt omaná leikliga. Liveprool hevði bóltin og kom til fleiri skot á mál, men tey vóru sjáldan vandamikil. Liverpool kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá skotið hjá Mohamed Salah rakti ein verjuspælara og snýtti Hugo Lloris.
Tottenham svaraði aftur við skjótálopi. Tottenham útmerkar seg í løtuni við skjótum mótálopunum, og aftur hesa ferð var tað Heung-Min Son, sum umseti til mál. Liverpool skoraði sigursmálið í seinsta minuttinum, tá Roberto Firmino stútaði eitt hornaspark í málið.
Tølini siga, at Liverpool hevði bóltin nógv meir, hevði fleiri skot á mál og hevði 200 avleveringar á seinasta triðinginum, men Tottenham hevði tríggjar kempikjansir. Tveir eftir skjótálop og ein eftir horna. Tað er við hesum, at José Mourinho heldur, at hansara lið skuldi havt vunnið.
- Eg haldi at sjálvt ein javnleikur hevði smakkað okkum illa. Tað er ikki bara teir stóru málmøguleikarnir, men løturnar vit fáa teir í. Liverpool er trupulleikum og vit hava møguleikan at avgera dystin, men taka ikki av, segði José Mourinho í sjónvarpssamrøðu aftaná dystin.
| 1 | Liverpool | 13 | 8 | 4 | 1 | 29:19 | 28 |
| 2 | Tottenham | 13 | 7 | 4 | 2 | 25:12 | 25 |
| 3 | Southampton | 13 | 7 | 3 | 3 | 25:18 | 24 |
| 4 | Leicester | 13 | 8 | 0 | 5 | 24:17 | 24 |
| 5 | Everton | 13 | 7 | 2 | 4 | 23:18 | 23 |
| 6 | Chelsea | 13 | 6 | 4 | 3 | 26:14 | 22 |
| 7 | West Ham | 13 | 6 | 3 | 4 | 21:16 | 21 |
| 8 | Man City | 12 | 5 | 5 | 2 | 18:12 | 20 |
| 9 | Man Utd | 11 | 6 | 2 | 3 | 19:17 | 20 |
| 10 | Wolves | 13 | 6 | 2 | 5 | 13:17 | 20 |
| 11 | Aston Villa | 10 | 6 | 0 | 4 | 21:13 | 18 |
| 12 | Crystal Palace | 13 | 5 | 3 | 5 | 19:18 | 18 |
| 13 | Leeds | 13 | 5 | 2 | 6 | 22:24 | 17 |
| 14 | Newcastle | 12 | 5 | 2 | 5 | 16:21 | 17 |
| 15 | Arsenal | 13 | 4 | 2 | 7 | 11:16 | 14 |
| 16 | Brighton | 13 | 2 | 5 | 6 | 15:21 | 11 |
| 17 | Fulham | 13 | 2 | 3 | 8 | 12:22 | 9 |
| 18 | Burnley | 11 | 2 | 3 | 6 | 6:18 | 9 |
| 19 | WBA | 13 | 1 | 4 | 8 | 10:26 | 7 |
| 20 | Sheffield Utd | 12 | 0 | 1 | 11 | 5:21 | 1 |
Liverpool er við sigrinum á odda í Premier League.











