Jórun komin í heimselituna

Bakarameistarin í Klaksvík kann nú kalla seg yrkisítróttarkvinna í fitness

Jórun Larsen Mørkøre, bakarameistari í Klaksvík, hevur fingið eitt tignarligt heiti afturat. Jórun Larsen Mørkøre er vorðin yrkisítróttarkvinna í fitness.

 

 

Jórun Larsen Mørkøre hevur fingið tað, tey kalla Pro Card frá WNBF, World Natural Bodybuilding Federation, í USA. Hetta gevur henni rætt til at vera við í kappingum saman við heimselituni í bodybuilding og fitness.

 

 

Bakarameistarin í Klaksvík kann vera við í kappingum um heimsmeistaraskapið í hesum ítróttagreinum. Hon hevur kvalifiserað seg til størstu fitnesskappingina av sínum slag, ið ber heitið INBF/WNBF Pro World Chamionship. INBF er International Natural Bodybuilding Federation. Henda heimsmeistarakapping verður sett leygardagin 15. novembur í ár í Boston í USA.

 

 

Tann leygardagin fer Jórun Larsen Mørkøre at kappast sum yrkisbodybuildari, ein kapping á hægsta stigi, og tað er fyrstu ferð, at nakar føroyingur er við.

 

 

Jórun Larsen Mørkøre og Jákup Jacobsen, stjóri í Yndi fitness, ið er hennara persónligi venjari, fara saman við øðrum góðum fólki yvir til Amerika til hesa kapping.

 

 

- Tað er sera umráðandi at hava eitt gott toymi rundan um meg, tá ið eg skal til eina so stóra kapping, sigur Jórun Larsen Mørkøre.

 

 

- Eg kann ikki gera hetta sjálv, og tí havi eg biðið Jákup, Veru, stylistin hjá mær, Jonhard, beiggja mín og Henning Kristinsen, ið sum formaður í danska DNFF, Danish Natural Fitness Federation, skipaði fyri kappingini, eg vann í Danmark nú 14. juni, koma við, sigur Jórun Larsen Mørkøre.

 

 

Jákup Jacobsen, sigur, at tey eru í ferð við at finna stuðlar. Stuðlar, ið kunnu fáa ágóða av, at Jórun Larsen Mørkøre fer til USA.

 

 

Jórun Larsen Mørkøre hevur trenað fitness í seks ár, men hon fór ikki at taka tað í fullum álvara fyrr enn fyri tveimum árum síðan. Hon trenaði í Yndi fitness í Klaksvík, sum nú eitur Íðka.

 

 

Í dag koyrir Jórun Larsen Mørkøre til Havnar tríggjar-fimm ferðir um vikuna at trena saman við sínum persónliga venjara, Jákupi Jacobsen.

 

 

- Hetta er nærmast heilt óveruligt, at ein føroyingur fær henda møguleikan, sigur Jákup Jacobsen ovurfegin.