Azzam Melhes er jordani, men hevur búð í Føroyum seinastu fimm árini. Hann er júst komin aftur til Føroya frá einari langari summarfrítíð í Amman høvuðsstaðnum í Jordan har familja hansara býr.
Azzam Melhes fortelur, at í løtuni streyma fólk úr øllum ættum til Jordan fyri at finna tryggleika:
- Jordan er í løtuni tað tryggasta landið í Miðeystri. Tískil flýggja øll tey, sum hava ráð, til Jordan. Fólk koma bæði úr Libanon, Ísrael og Irak, har tað eisini hevur verið ófriður í fleiri ár.
- Í roynd og veru er alt Jordan eins og eitt uppihaldsstað ein statión, har øll bara standa og bíða. Eingin ætlar sær at verða verandi í Jordan, men øll miða eftir at sleppa heima aftur sum skjótast. Tey trúgva somuleiðis uppá, at ófriðurin fer at halda uppat beinanvegin.
Hvussu er dagligdagurin hjá jordanum merktur av stríðum?
- Øll eru sjálvandi kedd av støðuni og práta nógv um hana, men tey royna tó at liva, sum tey eru von at gera. Eg eri ikki bangin um familju mína, tí í Jordan er trygt at vera, sigur Azzam Melhes.
Tað kemur týðiliga til sjóndar, at Azzam Melhes er merktur av støðuni í Miðeystri. Tá eg práti við hann, vil hann alt fyri eitt hava at vita, hvat annað vit hava skrivað um støðuna í Miðeystri:
- Flest allir fjølmiðlar eru litaðir og skriva bara tað, sum teir halda er rætt. Eitt nú skriva amerikonsku bløðini bert út frá støðuni hjá ísraelum. Tað eru bert fáir fjølmiðlar, sum veruliga vita, hvussu støðan er í Miðeystri. Ein noyðist at uppliva stríðið frá øllum síðum, greiðir Azzam Melhes frá.
Og hann leggur at enda dent á, at flest allir jordanar stuðla Libanon.









