Jordan vísir síni undirklæði

Meðan Victoria’s Secret hevði savnað nøkur av heimsins kendastu undirklædnamodellunum í Los Angeles fyri at vísa teirra nýggjastu undiklædna kollektión, hevði bretska nakinmodellin Jordan eina heldur egna sýning av síni nýggju undirklædna kollektión.

Jordan gekk nevniliga sjálv á odda, tá klæðini skuldu vísast fram, skrivar tv2.dk. Hon hevði sjálvandi eisini aðrar modellir afturat sær á mótasýningini, fyri fjølmiðlar og serlig innboðin í London. Tað var, tó eingin ivi hvør stjørnan var, tá Jordan við sínum G skál bróstum gekk á catwalkinum.