Jordan í neyð av flóttafólki

Stjórnin í Jordan biður nú umheimin um fíggjarliga hjálp, so landið kann taka sær av teimum nógvu flóttafólkunum, sum eru komin um markið úr Sýrialandi.

Fyri nøkrum døgum síðani segði jordanska stjórnin, at henni tørvaði 400 milliónir dollarar, men nú siga stjórnin og ST í einari felags fráboðan, at tørvurin er 700 milliónir dollarar.

Umleið 180.000 fólk eru flýdd úr Sýrialandi til Jordan undan bardøgunum millum stjórnarherin og uppreistrarmenninar, og jordanskir talsmenn siga, at heldur streymurin um markið fram, verða flóttafólkini skjótt 240.000 í tali.