Jonu Henriksen til minnis

Niðanfyri prenta vit minningarorðini, sum Jákup Lindenskov, fyrrverandi løgtings-, og landsstýrismaður, hevði um Jonu Henriksen í útvarpinum í gjárkvøldið:

4. september andaðist Jona Henriksen á Ellisheiminum í Havn, 82 ára gomul. Hon var borin í heim 4. januar 1924. Foreldur hennara vóru Elisabeth og Palli Henriksen, bæði úr Havn.
Tá barnaskúlin var frá hondini, tók Jona preliminerprógv. Tað var um tað mundið heimsbardagin brestur á, og Jona fer at arbeiða í H. N. Jakobsen Bókahandli. Meginpartin av krígsárunum er hon á fotodeildini, hevði týdningarmiklu ábyrgdina av myndatilfari, at slíkt sum kundi haldast at veita týskinum, fíggindanum, innlit um viðurskifti í føroyska samfelagnum, ikki kom í ljósmála.
Studentsprógv fær hon í 1946, og eftir tað er hon skrivstovukvinna í Bókhandlinum. Í 1950 í Føroya Banka, er m. a. kassameistari. Í 1967 verður Jona KFUK-skrivari og virkar í starvinum í 30 ár, til hon leggur frá sær í 1997.
Men tað vóru eisini heilt onnur ting, sum myndaðu mentakvinnuna Jonu Henriksen. Var alla sína tíð virkin - og á so mongum økjum. Umframt ævigi KFUK-skótin, so var Jona kenda býarmyndin, og politiskt var honvirkin og vitandi - samfelagsmedvitað í odd og egg.
Frá ungum árum kom hon upp í felagsvirksemi í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, tað førdi við sær, at Jona ofta kom fram í ljósið, tað var longu í krígsárunum, og har hon var, var ongantíð tøgn. Hon var engasjeraða røddin, gjørdi seg til kennar, men altíð við tí góða boðskapi, sum peikaði framá, og vit kunnu siga uppeftir, hon fjaldi ongantíð kristna hugburð sín. Parturin hjá Jonu Henriksen lá ongantíð eftir. Skótaarbeiði og virksemi millum tey eldru lá henni næst á hjarta. Hon royndi seg eisini á palli í Sjónleikarhúsinum.
Jona var býráðslimur frá 1969-72, og hon var løgtingslimur 1975-80, var fyrsta kvinna, sum hevði fast sæti á tingi.
Jona hevði dygdir, sum hon ofta gav frá sær á sín serliga hátt. Meiningar sínar gav hon eisini til kennar, oftast við brosi á kinn. Vildi so fegin, at øll føldu  seg væl, hóast áskoðanin kundi vera ymisk. Trúgv var hon - altíð til reiðar.
Frið lýsa vit yvir minnið um megnarkvinnuna, Jonu Henriksen.
 
Jákup Lindenskov