Mánadagin hin 2. apríl kemur nýggj stuttsøgubók fyri børn og ung í bókhandlarnar. Tað er Jonna Poulsen á Toftum sum hevur skrivað bókina, ið er 176 síður. Tað er Janus Dam Guttesen, ið hevur myndprýtt bókina, og útgevari er Bókadeild KFUM's.
Heitið á nýggju bókini er Útferðin hjá teimum 4 ungu. Her eru tilsamans sekstan søgur. Fimtan av søgunum eru stuttar, meðan tann eina hevur sjey kapitlar. Bókin kostar 195 kr.
Jonna Poulsen sigur við heimasíðuna hjá Nes kommunu, at allir aldursbólkar kunnu lesa bókina. Tó metir hon, at málbólkurin er børn upp til 14 ár.
Við bókini fylgir ein fløga, har Jonna lesur søgurnar.
- Hetta verður gjørt fyri at børn, sum hava tungt við at lesa, kunnu hoyra søgurnar og møguliga fylgja við í bókini, sigur høvundurin.
Jonna Poulsen, sum í 15 ár hevur lisið søgur í sunnudagsskúlanum í Tabor á Toftum, sigur, at orsøkin til, at hon fór at skriva, er, at tilfarið av kristiligum barnasøgum er avmarkað.
- Eg havi eisini áhuga fyri at skriva mínar egnu søgur, sigur hon.