Jógvan er ættaður úr Vestmanna, og er sonur Sonnu og Jákup Jacobsen á Fjørðinum.
Jógvan fór sum heilt ungur til skips. Í 1939 fór hann á maskinskúla og sigldi øll krígsárini, og líka til hann bleiv pensioneraður.
Jonna er ættað úr Streymnesi og er dóttir Hannu og Zacharias Zachariassen. Sum ung kom hon til Vestmmannar í læru at seyma, har í tey møttust. Jonna og Jógvan giftust í 1944, tey fingu børnini Sigbjørg , Hergerð og Jónvør. Tey eiga 7 ommu-abbabørn og 7 langommu-abbabørn.
Sjálvt um tey eru komin væl til árs, eru tey aktiv í bridge kortspæli.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Góðu tit bæði, ynskt verður hjartaliga til lukku við tíð stóra degnum og Guðs signi í framtíðini.
Familjan.









