KÍ hevur longt sáttmálan Jonn Johannesen. 17 ára gamli Jonn Johannesen hevur gjørt um seg á Betri liðnum hjá KÍ í ár. Tað var í fjør at Jonn Johannesen skrivaði undir sín fyrsta sáttmála við KÍ. Í dag hevur hann longt við barndómsfelagið og hevur undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
- Vit eru sera errin av at kunnu uppæla okkara egnu spælarar, og geva teimum møguleikan at royna seg á hægsta stigi. Tað er enn betri tá teir takað av og gerast ein styrkur hjá KÍ í bestu føroysku deildini, og har er Jonn ein leikari vit kunnu vænta at síggja nógv til komandi árini, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Jonn Johannesen hevur spælt allar 11 dystirnar og hevur skorað tvey mál í Betri Deildini í ár. Fyrr í vikuni boðaði KÍ frá, at felagið hevur leigað Magnus Stamnestrø úr Ranheim í Elituseriuni í Norra. Hann avloysir japanska Takuya Matsunaga.