Jónleif skal venja Neistan

Jónleif Sólsker verður venjari hjá Neistanum frá komandi kappingarári

Jónleif Sólsker tekur við eftir Áka Mørk sum venjari hjá besta mansliðnum hjá Neistanum. Jónleif Sólsker hevur í ár verið venjari hjá StÍF.

 

Tað boðar heimasíðan hjá Neistanum frá. Á heimasíðuni stendur millum annað at lesa;

 

Jónleif Sólsker, ið er eitt kent andlit í føroyskum ítrótti, bæði í hond- og fótbólti, tekur við sum nýggjur høvuðsvenjari hjá fremsta mansliðnum komandi kappingarár. Í honbólti hevur hann spælt 406 dystir og skotið 1745 mál við Kyndli. Jónleif hevur eisini spælt við VÍF og StÍF.

 

Jónleif hevur drúgvar royndir í hondbólti, bæði sum spælari, venjari og spælandi venjari. Hann hevur verið venjari hjá Kyndli, VÍF og í tveimum umførum hjá StÍf. Nú fer Neistin at fáa gagn av hansara drúgvu royndum.

 

Les eisini: Palli millum Neista áskoðararnar

 

Áki Mørk hevur verið venjari hjá Neistanum seinastu trý árini, har hann hevur bygt upp av nýggjum. Eisini á kvinnuliðnum eru broytingar í venjara sessinum. Um vikuskiftið bleiv Palli Joensen skumpaður av venjarasessinum, meðan Flemming Raben og Sigrun Mikkelsen nú standa við róðrið.