Jónleif Johannesen, uppstillaður fyri Javnaðarflokkin

Sandoyar Sýðslu Javnaðarfelag hevur einmælt heitt á Jónleif Johannesen, ættaður úr Dali, at stilla upp fyri Javnaðarflokkin. Á fundi í Skopun hóskvøldið játtaði Jónleif endaliga at stilla upp. 

 

Jónleif Johannesen er 37 ára gamal og hevur stillað upp fyri Javnaðarflokkin einaferð áður. Tað var í 2008.

 

Jónleif Johannesen er fakfelagsmaður og hevur síðan 2008 sitið í nevndini hjá Føroya Lærarafelag. Síðstu fimm árini sum næstformaður. Jónleif Johannesen hevur stóran áhugað fyri skúlapolitikki. Umframt at sita í Lærarafelagnum hevur Jónleif síðstu 4 árini sitið í fólkaskúlaráðnum.

 

Jónleif gongur høgt uppí eitt samhaldsfest samferðslukervið í Føroyum, so vinnan og fólki í útjaðarinin ikki eru fyri vanbýti í mun til íbúgvarnar í miðstaðarøkinum.

 

Eitt nú hevur Jónleif áhaldandi tosað fyri tunli til Sandoynna og at skipa Landsverk á slíkan hátt at samferðslukervið áhaldandi kann dagførast og útbyggjast.

 

Jónleif Johannesen er eisini eitt kent andlit innan siðbundnu mentan okkara, har hann er formaður í Sláið Ring, Landsfelag føroyskum dansi at frama og er mentan føroyinga eitt av hansara hjartamálum.

 

Jónleif Johannesen býr í Klaksvik og starvast sum skúlaleiðari við skúlan á Fossánesi.