Jonjo: Orsaka

Jonjo Shelvey átti lut í øllum fýra málunum, tá Swansea og Liverpool spældi 2-2 í kvøld.

-       Hann hevur verið besti spælarin fyri bæði liðini, sigur fyrrverandi enski landsliðsáleyparin, Gary Lineker um avrikið hjá Jonjo Shelvey í Premier League dystinum millum Swansea og Liverpool.

 

Jonjo Shelvey skifti í summar frá júst Liverpool til Swansea, men tað tóktist í løtum, sum um hann hevði ilt við at finnu útav hvørjum hann var í parti við, tá Swansea tók móti Liverpool í kvøld.

 

Longu aftaná ein minutt legi hann Swansea á odda, men bara tveir minuttir seinni legði hann bóltin fyri føturnar á Daniel Sturridge, sum fjórða dystin á rað kundi skora fyri Liverpool.

 

Tíggju minuttir fyri hálvleik spældi sami Jonjo Shelvey bóltin fyri føturnar á Victor Moses, sum takkaði fyri og smekkaði bóltin í málið til 2-1 til Liverpool. Tá tóktist upplagt, at skifta miðvallaran út.

 

-       Eg hugsaði ongantíð um at taka hann út. Heimurin steðgar ikki í dag og vit hava eina langa kapping fyri framman. Eg segði bara við hann, at hann hevði 45 minuttir at venda gongdini, sigur Michael Laudrup, sum er venjari hjá Swansea.

 

Jonjo Shelvey takkaði fyri áltið og legði upp til 2-2 málið, sum Michu skoraði miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

-       Eg vil bara siga orsaka til viðhaldsfólkini hjá Swansea fyri mistøkini hjá mær, segði Jonjo Shelvey við Sky Sports eftir dystin í kvøld.

 

Hóast Liverpool misti síni fyrstu stig í dag, so liggja teir framvegis nummar eitt.

 

Swansea – Liverpool 2-2 (1-2)

1-0 Jonjo Shelvey, 2

1-1 Daniel Sturridge, 4

1-2 Victor Moses, 36

2-2 Michu, 64