Jonhard Mikkelsen fekk heiðursløn Vígdis Finnbogadóttir

Jonhard Mikkelsen, stjóri í Sprotanum í Vestmanna, fekk serligu Vigdísarvirðislønina á heiðursløtu fyri Vígdis Finnbogardóttir í Reykjavík í kvøld.

Tað er í sambandi við 90 ára føðingardag hennara í dag, at hendan serliga málheiðursløn varð latin á fyrsta sinni – og hon fór til Jonhard Mikkelsen, stjóra á Sprotanum fyri tað málarbeiði, sum Jonhard Mikkelsen og Sprotin hava staðið fyri.

Vígdis Finnbogadóttir var forseti Íslands frá 1980 til 1996, tá hon valdi ikki at stilla uppaftur.

Vígdis Finnbogadóttir er fyrsta kvinna í heiminum, sum er vald til forseta í einum landi við fólkaræði.

Heiðursløtan fyri Vígdis Finnbogadóttir, har heiðurslønin til Jonhard Mikkelsen var avdúkað, varð send beinleiðis í íslendska ríkissjónvarpinum, RUV, sum sæst á Televarpinum.