Jonhard heldur røðu í Vestmanna

Flaggdagsrenning, stuðulsstafett og framsýning í Vestmanna.

Vestmanna kommuna boðar frá, at flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 14.00.

 

Jonhard Mikkelsen heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

 

Beint aftaná sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Renniteinarnir eru teir somu sum undanfarin ár, og síggjast á Vestmanna.fo.

 

Vestmanna Kvøldskúli skipar fyri framsýning av handaligum arbeiði í skúlastovuni inni av Miðhøllini, og uppi í í Miðhøllini fara kappróðrungdómurin hjá VÍF at hava stuðul-stafett á rógvimaskinu. Til ber at stuðla við ávísum krónutali pr. kilometur.

 

Vestmanna Kommuna bjóðar vatn og frukt og somuleiðis ein drekkamunn við onkrum afturvið inni í Miðhøllini aftan á haldið og renningina.