Millum mongu festival-gestirnar til Mítt Land eru eisini fleiri av tí heilt fína slagnum.
Eitt nú komu hópin av diplomatum til festivalin í dag, og tað er Jóngerð Lunsbjerg úr Fuglafirði, sum hevur til uppgávu at fáa hesar á rætta stað.
Jóngerð røkti eisini hesa uppgávu, tá Mítt Land varð hildið í 2013, og seinnu árini hevur hon mangan átikið sær líknandi uppgávur fyri festivalar. Bæði í Føroyum og uttanlands.