Jones vil aftur til Føroya

Tað kom óvart á fleiri, at David Jones í august í fjør, varð uppsagdur sum høvuðsvenjari hjá ÍF. Innhýsis trupulleikar høvdu við sær, at partarnir máttu steðga samstarvinum. Men bretski venjarin vónar, at hann aftur verður at síggja í føroyskum fótbólti. - Sjálvandi vil eg aftur til Føroya, um nakað felag er áhugað. Eg meti meg framvegis hava nakað at prógva, sigur David Jones.