Tað tók sína tíð, men nú eru arbeiðspappírini hjá David Jones loksins komin í rættlag. Fyrstu dystirnar, sum hann var í Føroyum, mátti bretski venjarin hjá ÍF standa uttan fyri girðingina, tí hann ikki hevði neyðugu pappírini at vísa fyri FSF. Nú er hetta tó komið í rættlag, og eins og aðrir venjarar kundi hann tí sita á beinkinum, tá ÍF vitjaði í Gundadali.










