Jonathan lyftir bannið

Forsetin lyfti bannið eftir at nigerianska fótbóltssambandið lovaði at upploysa og endurbyggja liðið.

 

Hesi tíðindi bórust beint áðrenn evstamarkið, sum FIFA hevði sett Nigeria. FIFA kravdi nevniliga, at bannið varð tikið aftur, tí felagsskapurin góðtekur ikki politiska íblanding í fótbóltsviðurskiftini í limalondunum.

 

FIFA hevði annars hótt við at útihýsa Nigeria úr FIFA, um politiska valdið í Nigeria makkaði rætt.

 

Sunnudagin vórðu tveir av oddamonnunum í nigerianska fótbóltssambandinum koyrdir í einari roynd at gera forsetanum til vildar.