Jonatan hevur longt sáttmálan

Svenski málverjin hjá KÍ hevur longt sáttmálan

KÍ boðar frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Nils Jonatan Johansson. Svenski málmaðurin, sum kom til felagið áðrenn summar, skuldi eftir ætlan vera til 31.august.

 

Nú hevur Jonatan longt til 31.desember og verður sostatt ein partur av hópinum restina av árinum. Umframt íkastið til Betri menn verður Nils Jonatan Johansson nú eisini ein partur av Akademinum sum málmansvenjari.

 

KÍ skal í annaðkvøld spæla móti FC Sheriff í Europa League.