TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við liðskiparan hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, liðskipara hjá KÍ aftaná KÍ hevði tapt 0-2 ímóti NSÍ í Runavík. Samstundis vann Víkingur 1-0 á HB í Havn, og er Víkingur nú bert eitt stig aftanfyri KÍ áðrenn liðini møtast í Sarpugerði í Norðragøtu komandi sunnudag. Jonas Flindt Rasmussen fór av vøllinum við einum snuddi tíðliga í dystinum
Spurdur um KÍ-arnir hava fingið gummibein, svarar Jonas Flindt Rasmussen avgjørdur, at tað hava teir ikki. Hann staðfestir, at hann og liðfelagarnir vistu, at tríggir torførir dystir á rað vóru á skrá nú, tá teir skulu møta NSÍ (í dag), Víking (18. september) og B36 (25. september). Jonas Flindt Rasmussen leggur dent á, at í slíkum oddadystum er tað sera týdningarmikið at hava ein góðan dag.
Í dag var ikki tann góði dagurin hjá KÍ, har mótstøðuliðið NSÍ fekk væl meiri burturúr. Men, sum Jonas Flindt Rasmussen staðfestir: - Vit eru enn á odda í effodeildini.










