Fáur er so tryggur á sínum plássi sum Jónas Tór Næs, sum aftur í kvøld verður at síggja á høgra bakki. Hann harmast um, at Føroyar ikki hava fingið nakað stig til høldar, men at møguleikin fyri hesum er til staðar í kvøld.
- Vit hava einki stig og tað hevði verið ótrúliga deiligt at fingið trý stig nú og víst Føroya fólki, at vit duga at spæla fótbólt og at vit duga at vinna dystir, sigur Jónas.
Í Kasakstan vóru tað mong, sum mettu, at dómarin hjálpti Kasakstan til sigurs við eitt nú einum sera ivasomum brotssparki. Jónas heldur, at pinkutjóðir ongantíð hava dómarin við sær.
- Tað nyttar ikki at fara at tosa um dómaran, tí dómarin fer altíð at vera ímóti okkum, og vit mugu bara liva við tí. Vit mugu taka av okkara møguleikum. Um okkara áskoðarar megna at leggja trýst á dómaran, so er tað fínt, men tað kunnu vit ikki hugsavna okkum um, sigur Jónas, sum at enda verður biðin um at siga hvat hann metir vera eitt gottt úrslit í kvøld.
- Eingin ivi um, at hetta er eitt sterkt lið og kanska sterkari enn vit, men eitt gott úrslit hevði verið at fingið trý stig. Tað hevði glett okkum, sigur Jónas Tór Næs at enda.
Hoyrið alla samrøðuna við Jónas, sum eisini snýr seg um nýggja hársniðið og eina skotkapping til venjingina í gjár, undir myndini.