Tað er stórt vónbrot fyri bæði Fróða Benjaminsen og allar føroyingar, at liðformaðurin nógvu tey seinastu árini ikki er tøkur í dag. Hetta skuldi vera síðsti dysturin hjá honum á landsliðnum, men orsaka av skaða er hann ikki tøkur. Vónandi fær Fróði høvi at siga farvæl, og vónandi fer tað harvið at bera til hjá áskoðarunum at fagna liðformanninum og siga takk fyri teir 86 landsdystirnar og framúr avrikini fyri Føroyar.
Atli Gregersen var liðformaður í Budapest hóskvøldið, men hann er leikbannaður í dag, tí hann varð vístur av vøllinum í Ungarn.
Nýggjur liðformaður er Jónas þór Næs. 28 ára gamli vongverjin í B36 verður í dag á landsliðnum fyri 44. Ferð. Burtursæð frá fyrr í ár, tá ið hann var langtíðarstaddur, hevur Jónas verið fastur maður á liðnum seinastu sjey árini, og í dag verður hann liðformaður.
Jónas þór Næs er tiltikin stríðsmaður, sum altíð vísir framúr hugburð. Tá ið tað var greitt, at Atli Gregersen er leikbannaður, og at Fróði Benjaminsen ikki var førur fyri at spæla, so var tað so upplagt, at Lars Olsen fór at kjósa sær Jónas þór Næs sum liðformann.