Tað gongur, sum eftir ánni norðuri í Klaksvík. Klaksvíkingar eru nú ósigraðir í 11 dystum í lands- og steypakappingini, og liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen fegnast um góðu gongdina og heldur, at liðið veksur mentalt fyri hvønn dyst teir ikki tapa.
Um 1-0 sigurin ímóti TB norðuri í Klaksvík í dag heldur liðskiparin hjá KÍ, at 1-0 til KÍ er ikki tann rætta myndin av dystinum. Hann heldur, at talan átti at verið um ein størri sigur, har KÍ átti at havt økt.
Jonas Flindt Rasmussen heldur ikki, at TB skapti nakað nevnivert frammanfyri KÍ-málinum, og hann er sera nøgdur um, at verjan hjá KÍ stóð seg so væl. Nú síggja liðskiparin og hinir KÍ-arnir fram til tríggjar dystir ímóti NSÍ í lands- og í steypakappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Rás2 hevði við Jonas Flindt Rasmussen fyrr í kvøld.