Jónas tryggjaði Viking eitt stig í síðstu løtu

Tað eydnaðist føroyingaliðnum at fáa eitt stig við sær heimaftur aftaná dystin móti Follo

Tróndur Mikkelsen skoraði seks mál, Jónas G. Djurhuus skoraði átta mál, og var valdur til besta mann hjá Viking Stavanger, og Helgi H. Hoydal skoraði tvey mál tá Viking Stavanger spældi javnleik 29-29 móti Follo á útivølli í dysti í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Tá klokkan vísti 29:56 í seinna hálvleiki sendi Jónas G. Djurhuus eitt brotskast í netið hjá Follo, og tryggjaði harvið Viking eitt stig í evstu løtu. 

 

Viking er nummar fýra í deildini við 13 stigum. Fimm stig eru upp til oddaliðið, Sandnes.

 

Viking spælir seinasta dystin undan vetrarsteðginum leygardagin 18. desember tá botnliðið, Vikhammer kemur á vitjan.