Jónas toppskjútti hjá FIF við níggju málum

FIF vann tepran sigur á útivølli. Roskilde tapti tepurt á útivølli

Savnsmynd: Álvur Haraldsen

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku deildini í dag.

 

Tað gekk framúr væl hjá Jónasi G. Djurhuus, ið skoraði heili níggju mál, og gjørdist toppskjútti hjá FIF, ið vann ein tepran 32-31 sigur á Tønder á útivølli.

 

Í steðginum var FIF á odda 18-11. Tað gekk meira striltið í seinna hálvleiki. Tá 46 sekund vóru eftir skoraði Tønder til 31-32, men Jónas og liðfelagarnir yvirlivdu seinastu løtuna og fingu tvey stig til høldar.

 

Rógvi Dal-Christiansen skoraði fýra mál fyri Roskilde, ið tapti tepurt 28-29 fyri Skive á útivølli. Tað gekk stak illa hjá Roskilde í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Skive á odda 16-11.

 

FIF er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri fimm dystir. Roskilde er nummar níggju við fimm stigum fyri fimm dystir.

 

Komandi leygardag hevur FIF heimadyst móti Skive. Sama dag hevur Roskilde heimadyst móti Skovbakken. 

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Álvur Haraldsen