Verjuspælarin hjá West Bromwich, Jonas Olsson, sum er partur av tí svenska landsliðshópinum minnist væl tann dagin, tá Føroyar tóku fótbóltsheimin á bóli við at vinna 1-0 á Eysturríki í Landskrona.
29 ára gamli Jonas Olsson, sum er føddur og uppvaksin í Landskrona var nevnliga millum áskoðararnar á leikvøllinum hjá Landskrona BOIS tann 12. september í 1990, tá føroyska landsliðið spældi sín fyrsta undankappingardyst í søguni.
Fyri fótbóltsáhugað børn í Landskrona var tað stórt at sleppa til ein landsdyst, og tað høvið vildi tann tá bert sjey ára gamli Jonas Olsson ikki siga frá sær. Umframt tað minniliga úrslitið, so minnist Jonas Olsson, sum so mangur annar best topphúgvina hjá Jens Martin Knudsen. - Málverjin við topphúgvini er tað, sum eg minnist allarbest frá dystinum, sigur Jonas Olsson við svenska blaðið Expressen.









