Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfelagarnir í Aarhus HC taptu 28-30 fyri Vendsyssel á útivølli. Í steðginum var Vendsyssel á odda 14-13.
Aarhus er nummar seks í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.
Teis skoraði tvey mál og Peter skoraði eitt mál.
Jónas G. Djurhuus, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF vunnu í kvøld á heimavølli 27-25 á Køge. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.
Jónas skoraði sigursmálið til 27-25 tá 12 sekund vóru eftir av dystinum.
FIF er nummar sjey í deildini við fimm stigum fyri fimm dystir.
Jónas gjørdist við seks málum næstbesti málskjúttin hjá FIF. Leivur skoraði tvey mál. Toppskjútti hjá FIF var Anton Fredslund við 10 málum.