Jónas og Leivur skutu 16 av 30 málum hjá HC Keypmannahavn

HC Keypmannahavn tapti á útivølli, men føroysku leikararnir avrikaðu framúr væl

Savnsmynd

Við níggju málum var Leivur Mortensen toppskjútti, og við sjey málum var Jónas G. Djurhuus næstbesti málskjúttin hjá HC Keypmannahavn, ið seinnapartin spældi dyst á útivølli móti Tønder í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

HC Keypmannahavn tapti dystin 30-33. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Sostatt skutu føroysku leikararnir í dag meir enn helvtina av málunum hjá HC Keypmannahavn.

 

Á stigatalvuni stendur ikki væl til hjá føroyingaliðnum. HC Keypmannahavn er við bert fimm stigum fyri 17 dystir aftast í deildini. Teir hava sjey stig upp til Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel, ið eru røttumegin niðurflytingastrikuna við 12 stigum á fjórðaftasta plássinum. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð, tá HC Keypmannahavn á heimavølli tekur ímóti liðnum hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne.

 

 

 

Savnsmynd