Jónas: Møguleikin hjá Íslandi er 30 prosent

Føroyski landsliðsspælarin í Reykjavík metur Kroatia at verða favoritt í play off dystunum

Í Reykjavík verður talt niður til fríggjadagin 15. november, tá íslendska fótbóltslandsliðið á heimavølli á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tekur ímóti Kroatia í tí fyrra play off dystinum um rættin at taka lut í HM-endaspælinum í Brasil komandi summar.

 

Føroyski landsliðsspælarin hjá Vali í Reykjavík, Jónas Tór Næs metir, at Kroatia er favorittur. Jónas metir, at møguleikin hjá Íslandi er 30 prosent. Tó letur Jónas ongan iva verða um, at Ísland fer at stríðast hart fyri sínum møguleika. Íslendingar meta tað eisini verða ein fyrimun, at teir hava heimadyst fyrst. Um íslendingar kunnu halda kroatum frá at skora í Reykjavík, so er møguleikin til staðar fyri einum samlaðum góðum úrsliti.

 

Undir myndini ber til at hoyra eitt prát við Jónas Tór Næs, sum var í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 17.