Jónas í málríkum javnleiki

Fyri teir í Vali var tað vónbrot, at sigurin glapp teimum av hondum í síðsta minutti

Fyri sættu ferð á rað fóru Jónas þór Næs og liðfelagar hansara í Vali í gjárkvøldið av vøllinum uttan at hava vunnið fulla úrtøku. Síðani 4-0 sigurin á  þór á útivølli 7. august hevur Valur tapt tríggjar ferðir, og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki.

Í gjárkvøldið var Valur í Kaplakrika í Hafnafirði ímóti FH, sum er næstfremst við 41 stigum, meðan Valur nú er á sætta plássi við 27 stigum.

At megna 3-3 á útivølli ímóti einum av toppliðunum er sjálvandi ikki so galið. Men tað er einki at siga til, at teir í Vali vóru vónbrotnir. FH javnaði til 3-3 í 90. minutti. Jónas og liðfelagarnir vóru frammanfyri 3-1, áðrenn hálvur tími var farin, og FH minkaði ikki um munin, fyrrenn tað restaðu 21 minuttir.

Við 4-1 sigri á grannunum í Fylkir styrkti KR um sína suverenu støðu sum oddalið. KR hevur 46 stig fyri 18 dystir, FH hevur 41 stig fyri 20 dystir, Stjarnan hevur 40 stig fyri 20 dystir, Breiðablik hevur 33 stig fyri 19 dystir, ÍBV hevur 29 stig fyri 19 dystir, Valur hevur 27 stig fyri 19 dystir, og Fram er á sjeynda plássi við 22 stigum fyri 20 dystir.

Hóskvøldið skal Valur spæla í Vestmannaoyggjunum ímóti ÍBV. Talan er um dyst, sum fyri trimum vikum síðani varð útsettur orsaka av illveðri.