Eftir dystin ímillum H71 og Kyndil í gjár, sum H71 vann 29-24, var venjarin hjá Kyndli, Julian Johansen, ein argur venjari. Hann var serliga misnøgdur um summar av dømingunum hjá dómaraparinum, har hann ákærdi ein ávísan leikara hjá H71 fyri at spæla sjónleik á vøllinum.
Les eisini: Julian: Dømingarnar gingu ímóti okkum
Millum annað segði hann soleiðis orðarætt í samrøðu við Rás2: ,,Hoyvíkingarnir, serliga Jónas (Djurhuus), eru øgiliga smartir, hann blakar seg niður hvørjaferð hann verður rørdur. Okkara menn eru bara tað meira óklókir. Teir standa, teir hava ikki virðing fyri at leggja seg upp á handan mátan. Eg haldi tað vera totalt skeivt, at man verður beløntur fyri at blaka seg.
Umrøddi leikarin hjá H71, Jónas Djurhuus, hevur lítið at siga um sjónleikaákærurnar frá kyndilsvenjaranum.
- Eg havi onga viðmerking til hetta, tí at eg kenni onki til handan pástandin, sum Julian kemur við, sigur Jónas Djurhuus í stuttari viðmerking við in.fo.
Um hann so filmaði ella ei, so bleiv Jónas toppskjútti hjá H71 í dystinum í gjár. Hann skoraði átta mál, og hevur hann verið ein av stóru profilunum hjá H71 í ár, sum higartil hevur vunnið hvønn einasta dyst í FTZ-deildini.










