TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá KÌ, Jonas Flindt Rasmussen, sum saman við liðfeløgunum spældi javnleik 0-0 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í kvøld.
Jonas Flindt Rasmussen iðrar seg: - Eg haldi vit hava møguleikarnar til at vinna hendan dystin. Jonas Flindt Rasmussen heldur ikki, at FM-vónirnar eru so bjartar nú, men hann slær fast, at KÍ spælir fyri FM-møguleikanum so leingi hann er har.
Á plusssíðuni fegnast Jonas Flindt Rasmussen um, at tað eydnaðist KÍ at halda Víkingi frá nøkrum stórum málmøguleika, og tað heldur liðskiparin hjá KÍ er eitt framúr gott avrik ímóti FM-vinnarunum á útivølli.










