Taliban sigur, at málið við álopinum á Serena-hotellið í Kabul í gjár var ikki at myrða norska uttanríkisráðharran. Jú, sigur ST -Tað vóru fýra av okkara monnum, sum framdu álopið á Serena-hotellið, men norski uttanríkisráðharrin var ikki høvuðsmálið. Satt at siga vistu vit als ikki, at hann var á hotellinum, segði ein talsmaður hjá Taliban við amerikonsku tíðindastovuna AP í gjárkvøldið.
ST heldur hinvegin uppá, at Taliban ætlaði at beina fyri Støre.
Álopið á hotellið í Kabul kostaði ellivu mannalív. Millum teirra, sum doyðu, var tann 38 ára gamli norski tíðindamaðurin Carsten Thomassen, ið arbeiddi hjá Dagbladet. Hann varð særdur av skotum og doyði á einum kekkiskum hernaðarsjúkrahúsi í gjárkvøldið.
Norska stjórnin hevur gjørt greitt, at álopið fær onga ávirkan á norska politikkin í Afghanistan.