Jónas G. Djurhuus: Hetta er eitt miðalgott lutakast

Jónas G. Djurhuus heldur, at EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum kundi bæði verið verri og betri

Savnsmynd

Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um lutakastið sigur Jónas G. Djurhuus: - Hetta er eitt miðalgott lutakast. Tað kundi verið verri, men kundi eisini verið betri. Tað eru uttan iva trý sera sterk lið vit koma at møta, sum øll hava verið fastir gestir í endaspølunum tey seinastu nógvu árini. Tað verður óivað serliga torført at fáa stig móti bæði Noreg og Slovenia, men raka vit tann rætta dagin, burdi borið til at arga Póland, sum kanska ikki er á sama støði, ið teir vóru á fyri nøkrum árum síðan, sigur Jónas. 

 

Pætur Mikkjalsson ásannar eitt torført lutakast, men sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at Føroyar kunnu arga hini trý liðini í bólkinum. 

 

 

 

Savnsmynd