Norðlýsið skrivar, at tað er sera sanníkt, at Jonas Flindt Rasmussen spælir í bláa búnanum í 2014.
Jonas var partur av hópinum hjá B36 í 2011 og 2012, og ikki minst hevði hann eitt framúr gott kappingarár í 2011, tá hann saman við Odmar Færø var partur av eini framúr miðverju.
Jonas er stórur og sterkur verjuspælari, sum eisini er ein stór hóttan við deyðbóltsstøður. Hann dygir væl at stýra eini verju, og tað passar væl í krammið hjá KÍ, sum bæði í ár og í fjør skeyt nógv mál, men sum eisini lat nógv mál fara ígjøgnum.
Seinasta árið hevur Jonas roynt seg í norskum fótbólti, har hann hevur spæltí triðju bestu deildini. Bæði sum miðverji og sum áleypari.