Stutt undan steðginum varð landsliðsspælarin og vinstri vongverjin hjá B36, Jónas þór Næs, borin av vølli. Tað sá álvarsligt út, tí pínan kendist vera nógv, og B36 venjarin, Eyðun Klakstein, sendi Gest B. Dam inn á vongverjan.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili, men eina løtu seinni varð alarmurin avblástur. Tað vísti seg, at tað var økslin, sum var farin úr lið. Hetta er fingið upp á pláss aftur, men Jónas kemur ikki aftur á vøllin í dag. Hann varð skiftur út, og pínan í sambandi við løstin bar ivaleyst við sær, at hann ikki varð upplagdur at halda fram, veit Hilmar Jan Hansen at siga. Hann sigur frá dystinum á Rás2.










