Jonas Dal fer úr AB

Danski ítróttarstjórin fer í annað starv

Frá 1. august byrjar ítróttarstjórin hjá AB, Jonas Dal Andersen, í starvi hjá danska FC Midtjylland, har hann skal standa á odda fyri samstarvinum hjá felagnum við nigerianska FC Ebedei.

 

Inntil tá er Jonas Dal Andersen tó framvegis í AB. Í løtuni er hann afturat starvinum sum ítróttarstjóri virkandi høvuðsvenjari hjá Betrideildarliðnum, sum hann fer at vera fram til summarsteðgin.

 

– Felagið arbeiðir við at seta nýggjan venjara til besta mansliðið, og vit vóna at kunngera nýggjan venjara seinni í hesari vikuni, sigur AB.