Jonas 3 ára sáttmála við KÍ

Danski verjuleikarin Jonas Flindt Rasmussen var í Klaksvík í kvøld, har hann setti undirskriftina á ein 3 ára sáttmála við KÍ

25 ára gamli Jonas Flindt Rasmussen hevur seinasta árið spælt í 3. bestu norsku deildini, har hann hevur spælt við Nybergsund bæði sum miðverji og sum álopsleikari, har hann hevur skorað nógv mál. Men í KÍ er hann fyrst og fresmt ætlaður sum ein stýrandi miðverji, sum vit kendu hann frá B36 í 2012 og í 2011, tá B36 vann FM heitið. Jonas hevur spælt 50 dystir í Effodeildini og skorað 5 mál eins og hann hevur Champions League royndir. skrivar ki.fo

 

Tað vóru Tummas Lervig, formaður í KÍ, og Niclas Niclasen, dagligur leiðari í KÍ, sum vegna KÍ settu undirskriftina á vegna KÍ, tá partarnir endaliga staðfestu samstarvið á lítlari samling í kvøld. skrivar ki.fo.

 

Sostatt hevur KÍ veruliga spent seg út til komandi kappingarár, har nærum allur verandi hópurin heldur fram, meðan miðverjin Jonas Flindt Rasmussen og miðvalla leikarin Ndende, ið eisini kann spæla í miðverjuni, eru komnir afturat. Við hesum er verjuparturin munandi styrktur, ið var størsti trupulleikin á liðinum seinasta ár, skrivar heimsíðan hjá KÍ.