Jóna Rasmussen er grafikari og listamálari og hevur síðan 1991 sýnt fram í Føroyum, Danmark og aðra staðni. Fyrstu serframsýningina hevði hon í Listaskálanum í 1999. Íblásturin til myndirnar fær hon millum annað úr náttúruni, frá sjómanslívinum og frá tónleiki. Elementið er ofta vatn og hon ger eisini abstraktar myndir. Tann svart/hvíti grafikkurin stendur sterkur, men eisini grafikkur og málningar í litum, ofta í bláum og turkis, standa sterkir við hennara sermerktu strokum.
Guðrið Poulsen er keramikari og hevur síðan 1986 sýnt fram í Føroyum, Týsklandi, Norðurlondum, USA og aðra staðni. Fyrstu serframsýningina í Listaskálanum hevði hon í 2013 við heiti “MillumRúm”. Hon er tann fyrsti føroyingurin sum arbeiðir professionelt við keramikk. Hennara verk fevna um gagnlist til listaverk á høgum støði. Hennara skulpturar eru, í formi og liti, hugmyndir av náttúruni.









