Jona Jacobsen á Glyvrum andaðist leygarmorgunin á Landssjúkrahúsinum, 69 ára gomul.
Jona var gift við John Oluf Jacobsen, og tey eiga børnini Flóvin, Elnu, Oluffu og Johan. Ommubørnini eru 7 í tali, Morten og Villiam, Bergur og Ólavur, Sonja og John og Lív Helena.
Jona var dóttur Elinu og Jákup Hansen á Glyvrum og var triðelst av 7 systkjum. Systkini vóru Emilia, Sonja, Byrgerð, Eydna, Mads og Kristian Martin. Emilia andaðist í 1999.
Jona var trúgvandi og legði stórt arbeiði í Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum. Hon var við í tí mesta arbeiðinum har, millum annað byrjaði hon, saman við øðrum, Blá Kross arbeiðið har, og eitt av teirra hjartamálum var ungdómsmøtini. Í stýrinum fyri Missiónshúsið sat hon í nógv ár.
Sunnudagsskúla hevði hon eisini, og at syngja í streingjakórinum var henni ein stór gleði.
Í Leguhúsinum í Nesvík var Jona eisini virkin; við barnalegum tey fyrstu árini og seinni við bygdalegum.
Jona starvaðist sum heimahjálp í nógv ár, og seinnu árini, hon arbeiddi, var hon á Vesturskyn á Toftum.










