Jona Henriksen fyrsta kvinna við føstum sæti á tingi

Síðani 20. mars í 1975 hava kvinnur havt fast sæti á Føroya Løgtingi. Men langt frá so nógvar, sum menn, tí vit hava bara valt 28 kvinnur á ting í tey 44 árini, kvinnur hava verið valdar á ting.

KVINNUDAGUR 8. mars: Fyrsta kvinnan, sum fekk fast sæti á løgtingi var Jona Henriksen úr Javnaðarflokkinum. Tað var 20. mars í 1975, tá hon tók sæti sum fast varafólk fyri landsstýrisfólk. Nýtt landsstýri varð skipað í januar í 1975. Tá kundu landsstýrisfólk eisini sita í Løgtinginum, men tað var vanligt, at landsstýrisfólk løgdu løgtingssessin frá sær nakað eftir, at landsstýrið varð skipað. Tað gjørdu Alti Dam, løgmaður, og Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, 20. mars í 1975. Tá tók Sverre Midjord av Tvøroyri sæti fyri Atla Dam, sum varð valdur í Suðuroyar valdømi, og Jona Henriksen tók sæti fyri Jákup Lindenskov, sum varð valdur í Suðurstreymoyar valdømi.

 

Tvær ferðir áður høvdu kvinnur havt sæti okkurt stutt skifti, tá tingmaður hevði farloyvi. Fyrru ferð – og fyrstu fer nakrantíð – var tá Malla Samuelsen í 1964 tók sæti á tingi fyri Marius Johannesen úr Sjálvstýrisflokkinum. Seinnu ferð var tá Karin Kjølbro, sum tá æt Karin Joensen, tók sæti fyri Erlend Patursson eitt skifti í 1971.

 

Jona Henriksen var tann triðja at taka sæti á tingi, men tann fyrsta, sum fekk fast sæti á Føroya Løgtingi.

 

Tá løgtingsval var næstu ferð 7. november í 1978, varð Jona Henriksen vald á ting fyri Javnaðarflokkin, og tað var Karin Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum eisini. Tað er fyrstu ferð, at kvinnur er valdar beinleiðis á ting – og síðani tá eru kvinnar valdar á ting á hvørjum vali, men ikki so nógvar sum menn – og so langt burturfrá: Tilsamans hava føroyingar bara valt 28 kvinnur á ting. So um allar kvinnur, sum eru valdar á ting síðani 1975, møttu upp, so vóru tær ikki nóg nógvar at manna Løgtingið, sum hevur 33 løgtingsfólk.

 

Kvinnur á tingi í tíðarrøð:

 

1Jona Henriksen (C) 1978-1980
2Karin Kjølbro (E) 1978-1990
3Marita Petersen (C) 1988-1998
4Jóngerð Purkhus (E) 1988-90
5Helena Dam á Neystabø (D) 1990-2002 og (C) 2008-2011
6Lisbeth L. Petersen(B) 1990-2008
7Ingeborg Vinther (G) 1994-1998
8Maria Hansen (B) 1994-1998
9Katrin Dahl Jakobsen (C) 1998-2004 og 2008-2011
10Annita á Fríðriksmørk (E) 1998-2011 og 2015-
11Kristina Háfoss (E) 2002-2004 og 2011- (fór í farloyvi í 2020)
12Heidi Petersen (E) 2004-2008
13Bergtóra Høgnadóttir (E) 2008-2011
14Rósa Samuelsen (B) 2008-2011 og 2019-
15Bjørt Samuelsen (E) 2008-2015 og 2019-
16Annika Olsen (A) 2008-2019
17Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (A) 2011-
18Sirið Stenberg (E) 2011-
19Edva Jacobsen (B) 2011-2015
20Gunvør Balle (E) 2011-2015
21Eyðgunn Samuelsen (C) 2011-2019
22Rigmor Dam (C) 2011-2019
23Hanna Jensen (F) 2015-2019
24Katrin Kallsberg (E) 2015-2019
25Sonja Jógvansdóttir (C) 2015-2019
26Beinta Løwe (E) 2019-
27Hervør Pálsdóttir (E) 2019-
28Ingilín Didriksen Strøm (C) 2019-

 

29 Eykafólk: Hildur Patursson 1993-94

 

30 Eykafólk: Jóna Mortensen 2011-2015

 

31 Eykafólk: Kristianna Winther Poulsen 2013 og 2015-2019

 

32 Eykafólk: Óluva Klettskarð 2015-2019

 

33 Eykafólk: Rúna Sivertsen 1998-2004

 

34 Eykafólk: Ruth Vang 2015-

 

Eykafólk omanfyri er kvinnur, sum hava havt fast sæti fyri landsstýrisfólk, men sum ikki eru valdar á ting. Onkrar av kvinnunum, sum hava verið valdar á ting, hava eisini sitið sum varafólk okkurt skeið. Viðmerkjast skal, at Ruth Vang, sum var eykafólk fyri valið, og sum ikki varð vald á valinum, nú hevur fastan tingsess. Tað hevur hon, tí Poul Michelsen hevur sagt tingsessin frá sær. Hann kann ikki møta aftur á tingi.