JÓN RÚNAR ARASON

er føddur í 1962. Fekk sangútbúgving á sangskúlanum í Reykjavík 1986-91 hjá Magnúsi Jónssyni og Garðari Cortes. 1992-94 fekk Jón Rúnar privata sangundirvísing hjá Harald Ek í Gøteborg, og árini 1993, 1995 og 1996 hevur hann fingið masterclass tímar hjá Andrei Orlowitz, professara, í Keypmannahavn. Hevur eisini umframt í London fingið sangundirvísing hesi støð í Italia: 1994 í Milano og Rom og seinast í 1997 aftur í Rom hjá Renato Federighi.

Jón Rúnar Arason hevur síðan 1991 á hvørjum ári havt týðani leiklutir í operum eftir Mozart, Donizetti, Puccini, R. Strauss og Verdi á operuhúsunum í Reykjavík, Gøteborg, Århus og Oslo.

Jón Rúnar kom í semifinaluna í altjóða Placido Domingo sangkappingini í 1994 og í 1996 fekk hann serprís á altjóða sangkappingini í Keypmannahavn.

ÓLØF KOLBRÚN HARÐARDÓTTIR

tók fráfaringarprógv frá Tónlistaskóla Kópavogs og helt fram sangútbúgvingarleið í Týsklandi, Eysturríki og Italia. Elisabeth Erlinghsdóttir, Erik Werba, Helene Karusso, Lina Pagliughi og Renato Capecchi eru millum hennara lærarar.

Óløf hevur í mong ár verið at meta sum ein tann fremsta millum íslendskar sopransolistar og hevur havt konsertir í Íslandi, Norðurlondum, Týsklandi, Eysturríki og USA.

Millum hennara mongu operuleiklutir kunnu nevnast Valecienne í Kátu Einkjuni, Nedda í Pagliacci, Eurodike í Orfeus og Eurodike, Mimi í La Bohéme, Saffi í Sigoynarabaróninum, Violetta í La Traviata, Pamina í Gandafloytuni, Anna í Don Giovanni, Rosina í Brúdleypi Figaros.

Óløf Harðaradóttir undirvísir á Sangskúlanum í Reykjavík. Hon hevur sitið í stjórn Íslendku Operunnar frá hennara stovnan og er nú umsitingarstjóri operunnar.